Ónsdag verður ruski vanliga heintað í sunnaru helvt í Suðuroynni, men nógvi kavi hevur gjørt tað trupult at heinta ruskposar í Suðuroynni.
Byrjað varð at taka húsarhaldspostar tíðliga í morgun, men vegna veður vóru teir noyddir at gevast og stendur ein partur av húsarhaldsposunum í Vági, Lopra, á Økrum, í Sumba og Porkeri eftir. Posarnir verða heintaðir tórsdagin 31. januar.
Hvítir posar verða heintaðir í norðaru helvt í Suðuroy fríggjadagin 1. februar, so tað er at stilla hvítuposarnir út tórskvøldið og binda væl um.
Facebook viðmerkingar