Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðinum frá 15. juni 2019 til 31. august 2019 í skiftandi vaktum.
Søkt verður eftir:
- Sjúkrarøktarfrøðingum
- Heilsurøktarum
- Heilsuhjálparum
- Reingerðisfólki
til hesi starvsøkir:
- Suðuroyar Ellis- og Røktarheim
- Røktarheimið Hamragarður
- Eldrasambýlið í Hvalba
- Eldrasambýlið í Vági
- Heimatænastuna
Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag.
Upplýsingar
Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til
Daimi Kjærbo, eindarleiðara tlf. 793503
Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
att. Anna Djurhuus, leiðara
Eiðisvegur 28
900 Vágur
ella: bhs@bhs.fo
Umsóknarfreist: 22. februar 2019
Facebook viðmerkingar