Nú ísur liggur á Vatninum í Vági er áhugin fyri at fara út á ísin stórur. Bjargingarfelagið hevur í dag sett upp ljós, soleiðis at ísurin er upplýstur og umstøðurnar at brúka ísin í kvøld eru framúr góðar.
Tað er at njóta løturnar á ísinum, so longi hann liggur, siga tey í Bjargingarfelagnum, og heita á fólk um at verða ansin.
Facebook viðmerkingar