Kommunurnar í Suðuroynni fingu í januar tilsamans 12.475.095 kr. í persónsskatti í januar, hetta er 1.815.785 kr. meiri enn í 2018, tá kommunurnar fingu 10.695.310 kr. í persónsskatti í januar. Talan er um ein vøkstur á 16,6%.
Allar kommunur í Suðuroynni hava fingið meiri inn í persónsskatti í januar 2019 enn í janaur 2018. Men Sumbiar kommuna og Hovs kommuna skilja seg serliga burturúr.
Sumbiar kommuna hevur ein vøkstur á 43,85% ella úr 644.764 kr. í januar 2018 uppí 927.494 kr. í januar 2019. Hovs kommuna hevur eisini ein vøkstur á omanfyri 40%, á 40,25%.
Eisini í flestu av hinum kommununum er talan um stóran vøkstur. Í Porkeris kommunu 19,21%, í Vágs kommunu 18,73%, í Tvøroyrar kommunu 15,35%, í Hvalbiar kommunu 6,75% og í Fámjins kommunu 3,77%. Leggjast kann afturat, at Fámjins og Tvøroyrar kommunur í 2019 hava lægri skattaprosent enn í 2018.
Tølini øll eru at finna her
Facebook viðmerkingar