Hví
er tørvur á TOSA
Tað er sera umráðandi fyri
Føroyar, at eitt nýtt telefelag kemur á marknaðin. Í løtuni hava vit eitt
duopol á telemarknaðinum, sum hevur ta avleiðing, at lítil ella eingin differentiering/flølbroytni
er á marknaðinum.
Sum telekundi kann tað tí tykjast, sum at tað bert er eitt telefelag í Føroyum, tí báðir veitarar bjóða nærum somu tænastur fyri nærum sama prís. Núverandi televeitarum nýtist heldur ikki at kappast ov nógv, tí um annar parturin fær eina nýggja tænastu ella setir prísin niður, ger hin parturin akkurát tað sama.
Tað merkir, at kapping (serliga innan prís) ofta førir til, at partarnir einans fáa lægri vinning, og hetta burturbeinir lutvíst motivatiónina til at kappast.
Tá TOSA hinvegin kemur inn á telemarknaðin sum triði televeitari, fer tað at skapa nýggja kapping á marknaðinum. Við einum virkisbygnaði, ið setir fokus á lágprís, koma vit, eins og okkara grannalond, at skapa differentiering á marknaðinum, soleiðis at kundin fær loyvi at velja tænastur eftir egnum tørvi.
Telefonhald og internet eru við tíðini vorðin ein “must have” vøra, tað merkir ein vøra, ið vit ikki kunnu liva fyri uttan. Tí er tað sera óheppið, at vit føroyingar ikki hava betri møguleika at velja tænastur eftir egnum tørvi.
Hvat
ger TOSA øðrvísi?
Í mun til verandi
televeitarar, verður TOSA heilt øðrvísi. Við m.a. at skera allar óneyðugar
útreiðslur burtur, fara vit at lækka prísin á fartelefon- og
farbreiðbandshaldum. Hetta verður gjørt á ein skynsaman hátt uttan at slaka
krøvini til dygd og trygd.
Vit fara eisini at varpa ljós á gjøgnumskygni, til tess at okkara viðskiftafólk verða væl upplýst, tá tey gjalda sína rokning. Vit ynskja, at TOSA skal vera eitt felag, ið Føroya fólk fær gagn av, og tískil miða vit ímóti at gerast ein sentralur partur í føroyska samfelagnum.
Viðvíkjandi tænastum koma vit at bjóða fartelefonhald, fjarbreiðband og so nakrar heilt nýggjar og serstakar tænastur, ið skapa stór virði fyri kundan.
TOSA hevur egnar roaming avtalur út í heim, tað vil
siga at okkara viðskiftafólk kunnu taka sítt telefonhald við, tá tey fara at
ferðast.
Planurin er eisini at fáa egnu nummarseriu, og tað vil geva fyritøkum og privat
ein spennandi møguleika at fáa eitt gott nummar, ið er lætt at minnast. Tað ber
sjálvandi eisini til at varðveita sítt gamla telefonnummar.
Átak/kampagna
Um vit skulu broyta
telemarknaðin til tað betra, er tað alneyðugt, at so nógv fólk sum møguligt
taka undir við hesi verkætlan.
Tí hava vit í løtuni eina kampagnu koyrandi á okkara heimasíðu: www.tosa.fo, har
vit eggja øllum at fara inn á síðuna og skráseta seg sum framtíðarkunda hjá
TOSA. Afturfyri veita vit 20% í avsláttri av øllum okkara fartelefon- og
farbreiðbandshaldum í eitt heilt ár. Henda skráseting er ókeypis og óbindandi.
Umframt at gerast kundi hjá Tosa, hevur tú eisini møguleika at gerast eigari í felagnum. Tað er eitt heilt greitt ynski hjá stigtakarunum handan TOSA, at felagið skal vera so “føroyskt” sum til ber.
Fyri einans 1.000 kr. kanst tú gerast eigari í
felagnum og harvið fáa ognarlut, rætt til vinningsbýti o.a. í TOSA.
Leitað verður eftir øllum slagi av íleggjarum, smáum sum stórum, til tess at
røkka málunum og føra hesa verkætlan út í verk .
Tín leiklutur í hesi verkætlan er sera týdningarmikil og er við til at skriva søgu og broyta føroyska telemarknaðin til gagns fyri einstaka brúkaran og føroyska samfelagið.
Tey, sum í løtuni manna TOSA eru: Tummas við Skipá, Cand.scient í leiðslu og tøkni, Tróndur Hentze Sørensen, Cand.merc í fígging, íløgu og roknskapi, og Kurt Samson, fyrrv. tekniskur stjóri hjá danska Telenor og CBB.
Ætlanin er at kunna veita føroyingum okkara tænastur móti sumri 2019.
Sí meira á www.tosa.fo
Vinnuframi hevur stuðla verkætlanini við 100.000 kr.
“Ditte Mathilda Joensen / veingir” hevur tikið myndina til greinina.
Niðanfyri er eitt video-brot um Tosa.
Facebook viðmerkingar