Vaktarskifti í Miðnámsskúlanum

Guðrið Eriksdóttir Johansen tók fríggjadagin 1. feb. við sum rektari í Miðnámsskúlanum í Suðuroy.

Dagurin varð hildin við hugnaligum morgunmati í kaffistovuni. Áðrenn døgurða fóru lærarar og næmingar í Trøðina at skreiða.

Aftaná bjóðaði skúlin heita suppu og flutes í kantinuni. Ole Laursen, sum í mong ár hevur verið dagligur leiðari í skúlanum, fer nú smátt um smátt at rigga av, skrivar Miðnámsskúlin á Facebook-vanganum.

Facebook viðmerkingar