Landsverk hevur í dag latið úr hondum samferðsluætlan fyri árini 2018 – 2030. Í stóra arbeiðinum, sum Landsverk hevur gjørt, er sjálvsagt eisini Suðuroyartunnilin, men tó ikki við einum tilmæli, um at tunnilin skal byrjast í 2022, men í 2030 ?!
Positivu ringvirkningarnar av at útbyggja føroyska vegakervið, soleiðis at koyrandi er vestur í Vágar og koyrandi er undir Leirvíksfjørð til Klaksvíkar – eru imponerandi og púra sjónligir.
Búskaparvøkstur í nærumhvørvinum – og øktur búskaparvøkstur í øllum landinum.
Vøkstur í fólkatali í øllum samanbunda partinum av landinum.
Útbygda vegakervið skapar møguleikar fyri at búgva á bygd og flyta seg eftir arbeiði á størri plássunum, flyta seg til akademisk størv, flyta seg eftir handils- og tænastutilboðum, flyta seg eftir mentanar- og frítíðartilboðum í øðrum bygdum og so framvegis.
Vinnan – bæði framleiðslu- og tænastuvinnan – hevur fingið optimalar umstøður at virka í stórum pørtum av landinum, tí lætt og ómakaleyst er at flyta vørur og tænastur eftir væl útbygda vegakervinum.
Samanbundnu Føroyar gera, at nógv okkara eru at kalla í sama lítla “býi”, tó við tí fantastiska ymiskleika, at vit kunnu tilvelja tann partin, sum hevur týdning fyri okkum – antin tað er náttúran, fríðurin, bygdalívið ella kafe- og náttarlívið – og frávelja, tann partin, sum hevur minni týdning fyri tann einstaka.
Jú, sannliga eru Føroyar – ein stórur partur av Føroyum – kollveltar við útbyggingini av vegakervinum, av bergholum og undirsjóvartunlum. -Og sjálvandi skulu vit ikki steðga upp ella steðga á eftir at Sandoyartunnilin er boraður ígjøgnum í 2022 !
Suðuroyartunnilin ein íløga í menning !
Sjálvandi fara vit at bora víðari til Suðuroynna beinanvegin í 2022.
Tí Suðuroyartunnilin fer at skapa øktan búskaparvøkstur í Suðuroynni og í Føroyum. Suðuroyartunnilin fer eisini at geva føroyskum fyritøkum og stovnum atgongd til eitt uppland av arbeiðsmegi millum tey 4.600 fólkini í Suðuroynni – sum fáa møguleikan at brúka sínar førleikar til fulnar og virka og skapa í føroyska samfelagnum, okkum øllum at frama.
Føroyar verður tá meiri ella minni fult samanbundnar, tí eini 99% av fólkinum kunnu koyra í túni hvør hjá øðrum. Og føroyskar fyritøkur kunnu veita vørur og tænastur við fullum flexibiliteti til næstan alla føroyingar við at flyta seg umvegis vegakervið.
Eins og íløgan í brúnna um Streymin á sinni var ein íløga í menning av føroyska samfelagnum, og íløgurnar í undirsjóvartunlar vestur í Vágar og til Norðoyggjar vóru íløgur í menning av samfelagnum – á sama hátt verður íløgan í Suðuroyartunnilin ein sjálvsøgd íløga í framhaldandi menning av Føroyum og føroyska samfelagnum.
Suðuroyartunnilin verður sjálvsagt á skrá í forlongilsi av Sandoyartunlinum – og sjálvandi byrja vit at bora í 2022, tá komið er ígjøgnum á Sandoynni, tað er tað ongin ivi um !
Dennis Holm
Facebook viðmerkingar