Til Suðuroyar á venjingarlegu

Seinastu árini er tað vorðið alsamt vanligari, at ítróttafeløg leggja leiðina til Suðuroyar á venjingarlegu. Hetta vikuskiftið er B68 á venjingarlegu í Marghøllini.

Men tað eru ikki bara fótbóltsfeløg, sum leggja leiðina til Suðuroyar og til Vágs á venjingarlegu, tí seinasta árið hava bæði kappróðrarfeløg, flogbóltsfeløg og svimjifeløg eisini verið á venjingarlegu í Suðuroynni. Harumframt hava ítróttafólk eisini verið á venjing innan frælsan ítrótt, klatring og racerunning.

Jens Petur Brattalíð hevur verið samskipari av teimum flestu venjingarlegunum, sum hava verið í Suðuroynni seinasta árið. -Møguleikarnir fyri at koma á venjingarlegu í Vági eru framúr góðir, tí við Marghøllini er lagt afturat sera góðu karmunum til ítrótt sum frammanundan vóru í Vági, sigur Jens Petur. Harumframt eru gistingarmøguleikarnir eisini vorðnir fleiri og betur á Hotel Bakkanum og hetta hevur sjálvandi eisini týdning.

Jens Petur greiður frá, at flestu ítróttafeløgini seta seg í samband við hann, og so fáa tey eitt pakkatilboð við bæði venjing, gisting, mati os.fr. – Og hetta hava feløgini tikið sera væl ímóti, tí so hava tey onki annað at hugsa um enn at koma suður við Smyrli, sigur Jens Petur Brattalíð at enda.

Facebook viðmerkingar