Fyrsta byggistig til Suðuroyartunnulin – nakrar viðmerkingar

Fyrsta byggistig til Suðuroyartunnulin, sum vónandi verður tikin í nýtslu í 2030, verður í hesum døgum tikið við at gera Hvalbiartunnulin. Tað er tó eitt satt vónbrot, at tunnulin liggur so høgt.

Munnin Tvøroyrarmegin er 100 m uppi, og er hetta so nógv hægst av øllum teimum tunnlum, ið gjørdir eru í nýggjari tíð. Vit skulu minnast til, at væntandi koma at koyra um 300.000 bilar árliga gjøgnum tunnulin, umframt ta nógvu tungu ferðsluna, ið hevur samband við vinnufyritøkurnar í oynni. Er her hugsa um útláti, ið er so aktuelt evni íløtuni, og tað má ásannast, tað er tað ikki.

Hvalbiartunnulin hevur av samferðslumálaráharra verið sagdur at liggja í somu hædd sum Kalbakstunnulin. Men Kalbakstunnulin liggur 73,5 metur, har hann er hægst. Og í Føroysku nattúruni kann verða stórur munur á 70 m og 100 m, tá vit tosað um koyrilíkindi.

Og tá man er vitandi um, at uppskot hava verið frammi, har ið tunnilsmunnin er niðri á 50 m, og at hesi neyvan eru viðgjørd seriøst, so er tað hugstoytt.

Nú, ið fyrsta byggistig til Suðuroyartunnulin er tikið, má staðfestast, at meiningarnar hjá lokalum staðkendum fólki eru ikki tiknir við í viðgerðini. At hesin krúngluti vegurin frá munnanum Hvalbiarmegin skal verða farleið suðuroyinga til miðstaðarøki, er ikki til at góðtaka. Og ikki at tala um ógvusliga vindin, sum kann verða júst har, sum vegurin er lagdur.

Meti ikki, at Hvalbiar bygd hevur fingið nevnivert av almennum sømdum síðani 1963. Tá vóru hvalbingar visionerur, strongdu á og fingu fyrsta tunnil í Føroyum gjørdan. Tí er tað hugstoytt at stuttskygt sparing skal oyðileggja hetta projektið, heldur enn at gera tað, ið best er. Talan er jú um eina 100 ára íløgu.

Við vón um, at nýggi samferðslumálaráharrin umhugsar støðuna av nýggjum, og ger tað sum rætt er. Hugsa um framtíðina, legg tunnulin 30 – 50 m lægri, tað er tað einasta rætta at gera, ver líka visionerur sum hvalbingar vóru 1963.

Róin Schrøter

Facebook viðmerkingar