Leygarkvøldið 9. mars verða “heimskendu” Harra- og Kvinnuborðhaldini í Vági, sum verða hildin í Stóra Pakkhúsi og í VB-húsinum, har bæði harrar og kvinnur møtast til almennan dans eftir borðhaldini.
Kvinnuborðhaldið í Vági hevur eina drúgva søgu og hevur helst verið hildið í eini 25 ár ella meiri. Og í 2002 kom so Harraborðhaldið í Stóra Pakkhús á skrá og hevur verið hildið hvørt ár síðani.
Eftir borðhaldini bæði fara kvinnur og menn í dans í VB-húsinum, har Hans Jacob & Vinmenn spæla til dansin í ár.
Tað er VB, sum skipar fyri Kvinnuborðhaldinum, og Stóra Pakkhús, sum skipar fyri Harraborðhaldinum. Sum vant verða atgongumerkini til Harraborðhaldið seld fríggjakvøldið 1 viku frammanundan, tvs. fríggjakvøldið 1. mars kl. 17 í Stóra Pakkhúsi. Atgongumerkini til Kvinnuborðhaldið verða løgd út á vanlig sølustøð í Vági, tá tað nærkast – meiri verður at frætta um hetta seinni.
Facebook viðmerkingar