Hugastroyggj: Har sótu tey øll. Sunnudag aftan á sunnudag. Organisturin Ella hjá Dion við Olsen – orglið frá 1872, sum abbi og abbabeiggi hennara Petur Hans og Jákup Dahl góvu kirkjuni – altíð í tjúkka frakkanum og við hatti á høvdinum. Aftan á forspæl og síðsta sálmaørindi stóð Petur Dahl undir hennara lið sum fastur registrantur. – Standandi á høgra fóti á lítla skamlinum, meðan vinstri fótur traðkaði á pumpupedalin, sum fylti orgulbjølgin við luft, ráddi um at eygleiða runda pinnin, sum gekk út og inn úr vegginum á orgulhúsinum og gav boð um, nær bjølginum tørvaði luft. So aftur at pumpa. Týdningarmikið var at hava javna rútmu, so tónin ikki fór at skelva. – Undir lestrinum fylgdi Peturgubbin við í lestrarbókini, sum hann tók niður av breiða, hvítmálaða geriktinum sunnanvert orglið. Edith og Jákup gjørdu tað sama – fylgdu við í lestrarbókini har tey sótu á føstu stólum teirra á loftsgólvinum norðanvert orglið. – Hví kalla tey meg Spar? spurdi gubbin við skálkinum handan oyrað. Hetta var ein dagin fleiri ár seinri – í hoynaðinum uppi á trønni. Hansara rødd var ein teirra, sum enn – mongu árini seinri – ‘tóna mær í oyra’ – har uppi á kirkjuloftinum. Ein onnur var tann hjá Lottu Hjelm. – “Bið Lottu koma við aftur í kórið”, segði Edith! Farið varð til kórlimirnar at krevja kontingent inn – við kontrabók undir arminum. – 2 krónur var gjaldið pr. mánað. Hetta var væl skiljandi; hendan fjálga, cellokenda røddin hjá Lottu, so góð at lýða á, hevði stóran týdning fyri kórið.
Aftan á forspæl og síðsta sálmaørindi stóð Petur Dahl undir hennara lið sum fastur registrantur. – Standandi á høgra fóti á lítla skamlinum, meðan vinstri fótur traðkaði á pumpupedalin, sum fylti orgulbjølgin við luft, ráddi um at eygleiða runda pinnin, sum gekk út og inn úr vegginum á orgulhúsinum og gav boð um, nær bjølginum tørvaði luft. So aftur at pumpa. Týdningarmikið var at hava javna rútmu, so tónin ikki fór at skelva. – Undir lestrinum fylgdi Peturgubbin við í lestrarbókini, sum hann tók niður av breiða, hvítmálaða geriktinum sunnanvert orglið. Edith og Jákup gjørdu tað sama – fylgdu við í lestrarbókini har tey sótu á føstu stólum teirra á loftsgólvinum norðanvert orglið. – Hví kalla tey meg Spar? spurdi gubbin við skálkinum handan oyrað. Hetta var ein dagin fleiri ár seinri – í hoynaðinum uppi á trønni. Hansara rødd var ein teirra, sum enn – mongu árini seinri – ‘tóna mær í oyra’ – har uppi á kirkjuloftinum. Ein onnur var tann hjá Lottu Hjelm. – “Bið Lottu koma við aftur í kórið”, segði Edith! Farið varð til kórlimirnar at krevja kontingent inn – við kontrabók undir arminum. – 2 krónur var gjaldið pr. mánað. Hetta var væl skiljandi; hendan fjálga, cellokenda røddin hjá Lottu, so góð at lýða á, hevði stóran týdning fyri kórið.
Vit bæði – javnaldurin Jónhild Strøm – vórðu biðin koma niðan á Petursborg til venjing saman við kórinum. Um 14-ára gomul vóru vit, og kórinum tørvaði alt røddir. Men mundi tað gerast til meiri enn ta einu venjingina . . Ígjøgnum árini hevur mangan verið heitt á styrk til kórið. Serliga tá ein uttanlandaferð stóð á skránni. Ikki tí. Hitt øvugta er eisini komið fyri: at heitt hevur verið á Ljóm um styrk. Eitt nú tá Havnar Sangfelag undir leiðslu av sjálvum Højgaard skuldi gera uttanlandaferð. Ljómur var annars fyrsta kirkjukór, ið fór sangferð út um landoddarnar. Síggi fyri mær stóra dropsblikkið í tilbygninginum vestur úr Meinigheitshúsinum, sum tá var venjingarhølið hjá Ljómi. Blikklokið við rivu á miðjuni varð klistrað væl fast á blikkið. Hvørt venjingarkvøld savnaði kórið pening saman við, at hvør sangari koyrdi eina 5 krónu í dropsblikkið. Almennur stuðul kom valla upp á tal tá – fyrst í fimtiárunum. Tann dagin tey komu aftur við Tjaldrinum, var skúlin útferð við Rysjuvatn, og vit tustu oman at taka ímóti.
Hæddarpunktið á sangárinum hevur síðani nov. ’39 verið allahalgannakonsertin. Hugnaligt var seinrapartin allahalgannasunnudag at standa í køkinum hjá okkum og skera chokolátu í smáklumpar. Teir skuldu í fruktsalatið við alskyns góðum í pískaða rómanum; hetta var afturvendandi ískoytið saman við heimabakaðum franskbreyði, sum mamma lat til hugnaløtuna, sum kórið helt í prestagarðinum seinri allahalgannakvøld. Flestum kunnugt so var tað Edith Dahl, sum fekk Robert Joensen í Klaksvík at lata heystsálmin ‘Nu falmer skoven’ í føroyskan málbúnað, og í 2003 fekk Ljómur ‘Nú hvítna tindar’ festan á fløgu. Ikki varð neyðugt undan allahalgannakonsertini seinastu at leita norður í Vág at fáa tekst, sum nýtast skuldi til høvi, týddan til føroyskt. Aftaná hálvtalað orð hevði formaður kórsins í mongu seinastu árini Arnfinnur Thomassen føroyskað Ole Sarvig yrkingina ‘Som året går’, og tær tríggjar Solgerd, Alexandra og Rúna fingu rungandi lógvabrestir frá kirkjuliðnum aftan á framførsluna – við operasangaranum Rúna og Súsonnu Brattaberg millum áhoyrarnar! – Í 80’unum hevði Ljómur gott samstarv við skaldið NePtuN – og hevur tað framvegis. Vit eru ríkað við at eiga hann í heimbygdini – jaliga og skaldaborna skyldmannin . Fleiri av týðingunum, NePtuN gjørdi kórinum, eru at finna í hansara mergjaða yrkingarsavni ‘Smátúgvur’.
Ígjøgnum árini hevur kórið sungið tekstir á óteljandi tungumálum. Eisini á latínskum. Søga gongur um, at tey skuldu syngja latínsku bønarorðini ‘Kyrie eleison ‘(Harri, miskunna). Knappliga letur í pápa mínum Otto Nolsøe, sum var sera skemtiligur: Kýrnar eru leysar!!! – Um Edith misti taktstokk og tol og rak øll á dyr, sigur søgan onki um.
Tað man ikki vera. Vælsignaða lívgevandi skemtilyndinum hevur altíð verið rúmd fyri í felagskapinum hjá Ljómi.
Innkomni peningurin við árligu allahalgannakonsertirnar var fyrstu mongu árini góð hjálp til dagliga raksturin av kirkjuni. Hetta var jú áðrenn kirkjuskattaálíkningin fyrst í 70’unum sá dagsins ljós. Men skipað varð eisini fyri innsavnan av peningi eitt nú fyri at veita onkrari einkjuni fíggjarligan stuðul. Og tá Marcussen orglið í ’83 varð keypt kirkjuni, fóru kórlimirnir hús úr húsi í oynni. Umframt basararnar og eydnuhjólini, skipað varð fyri, gjørdi hetta góðan mun til fíggingina av ljóðførinum.
Virksemi hjá kórinum má sanniliga sigast vera fjøltáttað. Umframt at vera tøk m.a. á heimliga mentunarpallinum hava tey t.d. seinastu árini eisini skipað fyri føroyakvøldum. Tað gleddi ein um jóansøkuleitið seinasta at heilsa upp á ferðafólk t.d. úr Canada, sum stukku inn í kirkjuna. Á vágni lá eitt ferðamannaskip, og seinri hetta kvøld varð Ljómur vertur fyri teimum umborð á hesum skipi. Og soleiðis var eisini, tá eín í 2010 var á vitjan í heimbygdini við einum ferðamannabólki úr Danmark. Føroyakvøldið varð hildið í Musikkskúlanum (Framtíðini), og sterka ávirkanin tað hevði á fremmandafólkið, tá kórið – sum siðvenja er undan borðhaldi – treiv í ‘Lov og tøkk’, var eyðsýnd! Hendan sálm sang kórið annars á fyrsta sinni undir páskagudstænastuni í 1939, og hesin eyðkennissálmurin hevur fylgt kórinum gjøgnum øll hesi 80 árini.
Hin 24. februar stendur kórið aftur í kirkjuni, tí tá verður hátíðargudstænastan í sambandi við áttati ára føðingardagin hjá kirkjuni og kórinum við Jógvani Fríðriksyni biskuppi á odda hildin. Og sjálvandi fara tey m.a. at syngja ‘Lov og tøkk’. Dorte Tilma, organisturin við Langenæskirkjuna í Århus, kemur at stjórna kórinum. Tað eru annars nú skjótt 20 ár liðin, síðani hesin skapandi, vinsæli føroyavinurin Dorte kom í samband við Ljóm. Og hetta má sigast vera eitt samstarv, sum bara ‘svingar’. Um páskirnar kemur Dorte aftur til Vágs við hennara kirkjukóri fyri saman við Ljómi at framføra páskaoratoriið ‘Á vónaveingjum’ – tónleikur og orð skrivaði av núlivandi tónaskaldinum E.Lindgren og sálmayrkjaranum L. Smedegaard. Annað gott sum er í væntu í sambandi við fagnaðin av 80 ára haldinum verður vitjanin av heimsgitnu blokkfloytuspælaranum Michalu Petri. Hon fer saman við okkara navnframa gittarleikara Ólavi Jakobsen at hava konsert í Vágs kirkju sjálvt grækarismesssukvøld. Og hvat skuldi hóskað seg betur enn blokkfloytupæl og streingjaleikur við uttandura fylgispælinum av tjaldursklippi at heilsa várinum at vera vælkomið . . .
At enda hetta ørindið úr rúgvuni av yrkingum, NePtuN ognaði kórinum:
Ei teg um gull og góðs
mítt hjarta biður, faðir mín,
gev okkum frið á jørð –
oss verji verndareingil tín.
Lat við mítt borð – títt sæla orð
høgt gleða drottin, gestin mín,
ei gull og góðs eg ynski mær –
bert einglavernd frá tær
(NePtuN)
Við ynskinum um Guds signing. Hjartaliga til lukku við áttati ár degnum, Vágs kirkja og kirkjukórið Ljómur
Jóannes
Facebook viðmerkingar