MR skannarin á Landssjúkrahúsinum verður nú brúktur hvønn yrkadag og ikki bara tveir dagar um vikuna.
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmann, sum aftur hevur spurt, hvussu leingi fólk skulu bíða eftir at sleppa í skannararnar í Landssjúkrahúsinum.
Til ber nú at brúka MR skannaran hvønn yrkadag, – millum annað tí at fleiri vanligar røntgenkanningarnar verða gjørdar í sjúkrahúsunum á Tvøroyri og í Klaksvík.
Bíðitíðin nú fýra-seks vikur
Fyri einum ári síðani var tíðin at bíða eftir at sleppa í MR skannaran okkurt um ein mánaður, men bíðitíðin kundi eisini vera upp í tríggjar mánaðir.
Sirið Stenberg sigur, at nú er bíðitíðin fýra til seks vikur frá tí, at Røntgendeildin fær eina ávísing, til MR kanningin verður gjørd. Í ár eru pengar játtaðir til nýggjan CT skannara, sum í næstum verður settur upp í Suðuroyar sjúkrahúsi.
Talan verður í hesum sambandi um telemedisinskt samstarv millum Landssjúkrahúsið og Suðuroyar sjúkrahús, har myndir verða tiknar á Suðuroyar sjúkrahúsi, sum hevur samstarv við Røntgendeildina á Landssjúkrahúsinum.
Kelda: www.kvf.fo
Facebook viðmerkingar