Hey allir sjavsarar í Suðuroynni.
Vit fyrireikarar, hava ein fund leygardagin 23. febr. kl. 17.00 í VB-húsinum.
Evni er:
Støðutakan um grundarlag er fyri hjá okkum at halda áfram við sjavsinum, nú so lítið fólk møtir upp til kappingarnar í Vági!
Vit vóna at so nógv fólk møtir upp sum møguligt. Vit bjóða smyrjibreyð, kaku, kaffi og the.
Vit hava eina kapping í sjavs eftir fundin.
Møtið fjølment
Vegna fyrireikaranar Páll og Torgerð.
P.S. Eingin sjavskapping verður tórsdagin 21 febr, men ístaðin fyri leygarkvøldið. sum lýst omanfyri.
Facebook viðmerkingar