Leygarkvøldið 23 februar kl 21:00 skipar sangbólkurin VITIN úr Klaksvík fyri sangløtu í SALT á Drelnesi.
Sangbólkurin VITIN er kendur í kristiligum høpi fyri at skipa fyri “SYNGIÐ VIД tiltøkum í ítróttar- og samkomuhallum og annars syngja til kristilig møti o.a.
Bólkurin byrjaði at syngja saman í 2001 og var øll tey mongu fyrstu árini sera virkin og skipaði fyri fleiri stórum sangtiltøkum hvørt ár. Bólkurin hevur sungið í flest øllum ítróttar-og samkomuhøllum kring landið harímillum fleiri ferðir í ítróttarhøllini í Trongisvági.
Sangúrvalið, sum bólkurin syngur og spælir eru mest kendir kristiligir sangir og sálmar, ílætnir ein lættan tónleikaligan búna, umframt sangir yrktir serliga av Levi Joensen við lagi eftir Torkil Mørkøre.
Í sangbólkinm VITANUM eru:
Dávur Johannesen, sang og basguitar
Guttorm Matras, akustisk guitar
Jóan Petur Hansen, el-guitar
Jógvan Høj, sang
Jóhan Páll Joensen, sang
Petur Vitalis, sang
Pætur Gerðalíð, trummur
Torkil Mørkøre, sang og tangentar
Facebook viðmerkingar