Kundi tú hugsað tær eina fjølbroytta og læruríka útbúgving við serkunnleika innan ráðgeving og handfaring av heilivági?
So eru 3 lærupláss sum farmakonomur leys at søkja á Tjaldurs Apoteki og 1 lærupláss á Suðuroyar Apoteki. Farmakonomútbúgvingin tekur 3 ár og skiftir millum arbeiði á apotekinum og skúla á skeiðsdeplinum, Pharmakon, í Hillerød. Útbúgvingin telur 180 ECTS. Les meira á farmakonomuddannelsen.dk.
Útbúgvingin er fjøltáttað. Tú lærir m.a. um kroppin, heilivág, lóggávu, góðskustýring, samskifti og marknaðarføring.
Sum farmakonomnæmingur á apotekinum kemur tú at ráðgeva og leiðbeina viðskiftafólkum í sambandi við útflýggjan av heilivági og apoteksvørum. Harafturat kemur tú at veita tænastur til læknar, tannlæknar, djóralæknar, sjúkrahús, røktarheim og bústovnar.
Á apotekinum er okkara aðalmál altíð at veita bestu tænastuna. Stórur dentur verður lagdur á dagførda kunning og samskifti við viðskiftafólk. Hetta krevur, at tú sum útbúgvin farmakonomur støðugt verður førleikamentur.
Til farmakonomútbúgvingina krevst at tú:
- ert røkin, væl skipað/ur og góðskutilvitað/ur
- dámar nýggjar avbjóðingar
- ert búgvin og tekur ábyrgd
- hevur góð evni at samskifta bæði á føroyskum og donskum í skrift og talu
- brennir fyri at veita góða tænastu og hevur áhuga í sølu
- hevur góð samstarvsevni
- hevur miðnámsprógv ella prógv sum heilsurøktari
- ert væl fyri í støddfrøði og kt
Ynskið er, at tú byrjar sum hjálparfólk áðrenn summarfrítíðina. Lærutíðin byrjar 1. september 2019.
Eru spurningar um størvini á Tjaldurs Apoteki, ert tú vælkomin at skriva til Kristinu Ejdesgaard, deildarleiðara, á teldupostadressu kristina.ejdesgaard@apotek.fo ella ringja á tlf. 341100 og um starvið á Suðuroyar Apoteki, set teg í samband við Fríða Jensen, apotekara, á teldupostadressu fridi.jensen@apotek.fo ella ring á tlf. 360300.
Umsókn saman við viðkomandi prógvi og cv skal sendast til input@input.fo í seinasta lagi mánadagin 11. mars 2019. Skriva “Farmakonomnæmingur á Tjaldurs Apoteki” ella ”Farmakonomnæmingur á Suðuroyar Apoteki” í yvirskriftina.
Sí nærri um Apotekið á www.apotek.fo
Facebook viðmerkingar