Montørur til Rakstrardeildina hjá SEV í Suðuroy

SEV sóknast eftir einum montøri til Rakstrardeildina í Suðuroy. Á Rakstrardeildini hjá SEV starvast í løtuni 26 fólk, sum hava drúgvar royndir innan háspenningsøkið. Fýra teirra starvast í Suðuroy.

Talan er um eitt tíðaravmarkað farloyvisstarv í eitt ár. Møguliga kann talan blíva um fast starv.

Uppmøtingarstaður er Vágur.


Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum elektrikari ella aðra eltekniska útbúgving. Vit ímynda okkum, at tú hevur fjølbroyttar og viðkomandi arbeiðsroyndir.

Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil og ert væl fyri kropsliga.

Uppgávur
Talan er um sera fjølbroyttar arbeiðsuppgávur sum t.d. nýgerð og viðlíkahald av há- og lágspenningsnetinum.

SEV
SEV bjóðar tær:

Upplæring
Ávirkan á egið arbeiði
Viðkomandi skeið

Løn
Lønin er sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Otto West, økisleiðara í Suðuroy á telefon 225513 ella Jón Nielsen, deildarstjóri fyri net á telefon 34 68 00.

Umsóknarfreistin er hósdagin 07. mars 2019.

Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:

Elfelagið SEV
Postrúm 319
FO-110 Tórshavn
Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari
T-postur: starv@sev.fo

Facebook viðmerkingar