Vágs kommuna yvirtikið Marghøllina

Vágs kommuna: Á býráðsfundinum mánadagin 25. februar 2019 samtykti Vágs býráð, at Vágs kommuna skal yvirtaka Marghøllina í Vági. Við hesum endar eisini ósemjan við Fíggjarmálaráðið um hvørt Marghøllin í Vági, sum Vágs Ítróttarráð átti, skal roknast sum ein kommunalur stovnur ella sum ein sjálvstøðugur sjálvognarstovnur.

Við yvirtøkuni av Marghøllini og yvirtøkuni av Páls Høll, sum varð samtykt av býráðnum í 2018, fer nettoskuldin hjá Vágs kommunu í eitt tíðarskeið yvir eina álíkning. Við árslok 2018 var nettoskuldin hjá Vágs kommunu umleið 0,6 álíkning. Yvirtøkan av Marghøllini og Páls Høll ger, at nettoskuldin hækkar og verður nettoskuldin við árlok 2019 væntandi yvir eina álíkning. Væntað verður eisini, at nettoskuldin hjá Vágs kommunu verður undir ein álíkning í 2020.

Yvirtøkan av Marghøllini fer ikki at føra við sær, at Vágs kommuna má broyta raðfestingar í fíggjarætlanini fyri 2019 og seta pening av til Marghøllina, tí Vágs kommuna hevur frammanundan ein leigusáttmála við Marghøllina á 1 mió. kr. um árið, sum nú fer til at rakstur v.m. av Marghøllini.

Tíðindaskriv frá Vágs kommunu

Facebook viðmerkingar