Samansjóðingarkvøldið, ið var fríggjakvøldið 22. februar, á Seglloftinum, eydnaðist til fulnar. Á leið 50-60 fólk vóru komin saman til forkunnuga tiltakið, hvørs endamál tað var, at samansjóða tilflytarar og “lokal”.
Vit hava áður greitt frá innihaldinum av kvøldinum og lata myndir og sjónbond tala fyri seg – tó, so væntaðu vit ikki, at kvøldskúlanæmingarnir av útlendskum uppruna, fóru upp á gólv at kvøða og vit væntaðu heldur ikki, at 18 ára gamla Ashley, ið upprunaliga er úr Jamaica, fór at bera yrking fram. Hetta var ein sera vakur endi á kvøldinum.
Sum Súsanna Bertholdsen segði, vegna kommununa, so er ætlanin, at samansjóðingarkvøldið verður eitt afturvendandi tiltak.
Tvøroyrar Kommuna takkar fyri góðu undirtøkuna og vónar at luttakarnir sita eftir við eins góðari kenslu og vit, ið hava staðið fyri tiltakinum.
Facebook viðmerkingar