Helgi Dam Ziska telvar ímóti næmingum í Vágs Skúla.
Farna heyst setti Vágs Skúli talv á skránna, sum partur av undirvísingini í innskúlingini og í øðrum flokkum við. Næmingar hava síðani trúliga telva í skúlanum og í fríløtum ímóti foreldrum, systkum og abbum og ommum. Og mánadagin stóð so stóra royndin, tá føroyski stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska, kom á vitjan.
Næmingar úr fleiri flokkum sloppu at royna seg ímóti stórmeistaranum. Sum verða man, so var tað bara tann eini sigursharrin mánadagin, og tað var Helgi Dam Ziska.
Næmingarnar eru vorðin eitt upplivilsi ríkari og áhugin fyri at telva er uttan iva kveiktur í fleiri av næmingunum, sigur John Henrik Holm, skúlastjóri, sum er sera væl nøgdur við tiltakið.
Facebook viðmerkingar