ENDAMÁLIÐ HJÁ ANDSTØÐUNI VAR ONGANTÍÐ FÁMJINSTUNNILIN

Týsdagin viðgjørdi Løgtingið eitt uppskot frá andstøðutinglimum um ein Famjinstunnil.  Men endamálið hjá andstøðuni var ongantíð Famjinstunnilin. 

Hetta var enn ein roynd, neyvan hin seinasta, at forkoma samgonguni og øllum málum, ið eru í gongd – eisini Fámjinstunlinum. 

Enn ein miseydnað roynd at seta samgongulimir upp ímóti hvørjum øðrum. Guerilla-taktikkurin riggar ikki! Eg vil tó heita á andstøðuna um endiliga at halda á fram við royndunum, tí at við hesum styrknar samgongan fyri hvørt álop!



STAÐFESTING: Allir tunlar í Suðuroynni eru gjørdir ímeðan Javnaðarflokkurin hevur stjórnað Føroyum, og Hvalbiartunnilin er feskasta dømið. Tað er einans sitandi samgongu fyri at takka – undanfarna samgonga megnaði at forkoma nýggja bergholinum til Hvalbiar ferð eftir ferð.



Fámjinstunnilin hevur ongantíð veruliga verið raðfestur fyrr enn sitandi samgonga kom framat. Fámjinstunnilin er nú fyri fyrstu ferð raðfestur. At raðfestingin bleiv broytt er harmiligt, men Fámjinstunnilin verður framdur í verki við okkum við valdið, og tað verður væl skjótari enn spillandi tungurnar í andstøðuni vilja vera við.



Andstøðan sær skriftina á vegginum
Føroya fólk má minnast til og minnast á, at andstøðan sær skriftina á vegginum. Ágóðarnir av øllum tí góða, sum samgongan longu hevur framt, eru veruliga byrjaðir at vísa seg. Onnur mál eru eisini við at blíva avgreidd, sum fara at styrkja um støðuna hjá samgonguni enn meiri og fara at gera tað enn betur at vera føroyingur í Føroyum. Hetta veit andstøðan!
Tí síggja vit eina vend í seinastu veljarakanningunum til fyrimuns fyri samgonguna.



Haldið fram við tykkara oyðimarkargongd – tað, tit halda tykkum síggja fyri framman, er ein hvørvisjón og túrurin út í Tinganes fer at taka mong, mong ár afturat.

Bjarni Hammer, tinglimur fyri Javnaðarflokkin.

Facebook viðmerkingar