Vágs kommuna: Komandi tvær vikurnar, frá mánadegnum 4. mars, fer Vágs kommuna í eina royndartíð at skipa skúlapatrulju við vestaru inngongdina til Vágs Skúla á Vágsvegi.
Við øktum vinnuligum virksemi á havnarlagnum er ferðslan á Vágsvegi um morgnarnar eisini økt seinastu mánaðirnar. Fyri at bøta um ferðslutrygdina við Vágs skúla, verða nú sett í verk ferðslutrygdarátøk við skúlan á Vágsvegi
Frá mánadegnum 4. mars og tvær vikur fram verður skipað skúlapatrulja við vestaru inngongdina til Vágs Skúla á Vágsvegi (við Vágs kirkju). Skúlapatruljan verður í økinum frá kl. 7.30 til kl. 8.30 frá mánadegi til fríggjadag. Royndartíðin verður eisini brúk til at heinta inn hagtøl um ferðsluna til skúlan, bæði í bili, á súkklu og til gongu.
Heitt verður annars á foreldur um at fara frá húsum í góðari tíð. Heitt verður eisini á foreldur í vestara parti av býnum, vestanfyri FAST, sum koyra børn í skúla, um at seta tey av við inngongdina á ovara vegi, á Toftavegi.
Umframt skúlapatrulju, eru nýggj blinkandi ferðsluljós bíløgd, sum verða sett upp við gonguteigin við vestaru inngongd til Vágs skúla á Vágsvegi, í mars.
Facebook viðmerkingar