Framløguskriv um nýggju Samferðsluætlanina: Í Føroyum hava vit eitt nú havt sum mál, at ferðatíðin til og úr Tórshavn ikki skal vera longri enn ein tíma, uttan mun til, hvar í landinum tú býrt. Fara vit aftur í tíð, so kann eitt slíkt mál kanska hava tykist burtur úr vón og viti. Men nú eru vit um at røkka málinum. Við Sandoyar- og einum komandi Suðuroyartunli fara vit at stytta farleiðina sunnast úr Føroyum til høvuðsstaðin niður í umleið ein tíma. Vit eru har ikki enn, men vit eru á veg – eins og vit eisini hava verið hesi undanfarnu sjeyti árini.
Hetta landsstýrið hevur somuleiðis sett sær fyri, at koyrandi skal vera ígjøgnum ein nýggjan Suðuroyartunnil longu í 2030. Ítøkiliga er tað okkara ætlan, at farið verður undir hetta projektið, tá ið liðugt er at gera Eysturoyar- og Sandoyartunlarnar. Fyri landsstýrið er hetta fyrst og fremst ein raðfesting av Suðuroynni, men fíggjarliga er eisini talan um eina skilagóða íløgu. Forkanningar av Suðuroyartunlinum halda fram, og 500 tús. kr. eru játtaðar til endamálið í ár.
Les alt framløguskrivið um nýggjastu Samferðsluætlanina her
Facebook viðmerkingar