Á facebook vanga sínum hevur Hergeir Nielsen, hesa viðmerking um “Nýggja kolavegin í Hvalba”
Nýggjur kolavegur í Hvalba
Landsverk fekk síni sjónarmið ígjøgnum á sunnudagsfundinum í SALT, og stovnurin var ikki komin norður um Dalsfles, tá litaða fundarfrágreiðing stovnsins stóð í miðlunum.
Frálíka frágreiðingin hjá hvalbingum, sum Róin Schrøter bar fram, varð nevnd, men ikki meiri enn tað. Skilligt er, at stovnurin roynir at tiga hana burtur
Skilagóðu sjónarmiðini hjá hvalbingum um at leggja ein framtíðartryggjaðan tunnil í neðra kundu ikki rekast aftur, men hildið varð kortini fast um ein fortíðartryggjaðan tunnil uppi í kavaroki og ísi, tí hann var komin áleiðis, og var so nógv styttri og nógv bíligari.
Líka so frálíki fyrispurningurin frá Kristiani Stórhamar verður heldur ikki nevndur. Her váttaði Landsverk, at teir einans høvdu kannað fjallið, har teir leggja hendan nýggja kolavegin.
Sjálvandi tí, at hetta var bíligasta loysnin, nú 150 mió.kr. skuldu brúkast til ”innkomuvegir” í Tórshavnar og Runavíkar kommunum, sum landsstýrismaðurin longu hevur lagt á tingborð.
Her suðuri um okkara leiðir lærdu vit nógv av Hovstunlinum, har vit tóku bæði linjuføring og fígging úr hondunum á landsstýrismanninjum, ið tá sat.
Tá spardu vit burtur tvær longri autostradur niðan móti Hovstúgvuni Øravíkar- og Hovsmegin, og vit fingu landsins besta tunnil við einum hanagleivi av til- og frákoyringarvegum báðumegin við.
Totala ørskapinum hjá landsins verki og stýri lærdu vit nógv av her suðuri, men í Havn hvørki skiltu ella lærdu tey nakað sum helst.
Váttað varð av landverki, at fyrst gjørdi man av, hvar nýggi kolavegurin skuldi liggja, og síðan fór man at leita eftir rivum í klettinum, sum man kortini kom framá, tá ið borað verður. Forkanningarnar vóru soleiðis komanar undir land, og klárt var at fáa ein landsstýrismann at skjóta ein vátan kinesara niðri í Slokkunum úti í Nesi.
Nú Føroyar eru stórsti CO2 syndarin í heiminum pr. capita varð sóknast eftir CO2 roknskapinum, nú ein tunnil varð lagdur 100 óneyðugar metrar uppi, har 2- 3- 400.000 bilar ella tons, skuldu lyftast upp um árið, men har var einki svar.
Tað er tíverri so pínligt, at almenni myndugleikin als ikki nevnir CO2 við einum orði, hvørki í málinum um Hvalbiartunnilin ella í Samferðslufrágreiðingini, sum kemur til aðalorðaskiftis á tingi nú mánamorgunin.
Føroyar floyta tíverri á skil og fundvísi og á, at landið er heimsins stórsti CO2 syndari.
Facebook viðmerkingar