FM á langgeil 2019 nú góðkent sum úttøkustevna til OL 2020

Svimjisamband Føroya fekk fyri løtu síðani fráboðan frá altjóða svimjisambandinum FINA, at FøroyaMeistarastevnan á langgeil hin 26. til 28. apríl 2019 nú er góðkend sum eisini úttøkustevna til Olympisku Leikir 2020 í Tokyo. Omaná at hon longu er góðkend sum úttøkustevna til HeimsMeistarastevnuna 2019 í Gwangju.

Hetta er sjálvsagt ein stórur heiður fyri Svimjisambandið, og eitt herðaklapp til okkara nú altjóða góðkendu yvirdómarar og startarar, umframt dómarar og hjálparfólk og fyriskiparar sum heild, at vit nú kunnu breggja okkum av at kunna hýsa úttøkustevnu til OL, omaná nú fleiri ferðir at hava hýst úttøkustevnur til HM.

Og ikki at gloyma tey framskygdu fólk sum hava bygt og byggja okkum hesar glæsiligu svimjihallir, í Tórshavn, Klaksvík og Vági, og nú vónandi skjótt eisini í Runavík.

Tað eitt sindur tragikomiska í øllum hesum er, at føroyskir svimjarar sum útgangspunkt ikki fara at kunna brúka hendan møguleikan til nakað, tí at danir áseta bæði kravtíðir og kravtíðarstevnur til hesar Olympisku Leikir, sum skilst uttan at vit ella ÍSF eru hvørki hoyringspartur ella hava nakra ávirkan.

Men, latum okkum nú fegnast um tað sum vit hervið hava fingið frá FINA – nevniliga rættin til at royna eftir OL-kravtíð í Føroyum, sum í øllum førum altjóða svimjisambandið viðurkennir.

Kanska vit allíkavæl fara royna at spyrja danir um loyvi at kunna brúka hesar tíðir, og kanska vit kunnu umhugsa at bjóða øðrum svimjarum higar, nú stevnan er á OL-støði.

Skrivar SSF á heimasíðuni

Facebook viðmerkingar