Spennandi samstarvið við Aarhus Universitet um fyrilestrar í Miðlatúni í Vági heldur áfram. Týsdagin 19. mars kl. 17.45 er tað fyrilesturin “Vores urolige klode”.
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum á Vágs býarbókasavnið í Miðlatúni. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus, og kunnu ikki stroymast aðrastaðir á Internetinum, og verða ei heldur lagdir út alment aftaná. Tískil er einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Miðlatúni og í Løkshøll.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Yvirskrift: Vores urolige klode
Fyrilesturhaldari: Lektor i geofysik Bo Holm Jacobsen, Institut for Geoscience, Aarhus Universitet
Mál: Danskt
Kostnaður: Ókeypis
Í steðginum verður ókeypis drekkamuður at fáa.
Um fyrilesturin skrivar Aarhus Universitet:
Trods vor magt over naturen udgør jordskælv og tsunamier stadig voldsomme og uforudsigelige trusler mod liv, ejendom og infrastruktur. Men jordskælv holder også Jordens overflade ung, frugtbar og oven vande og afslører detaljer om Jordens dybe indre.
Facebook viðmerkingar