Talan er um avbjóðandi og gevandi starv í einum tvørfakligum toymi við serkunnleika innan fysioterapi. Endamálið er at tryggja at borgarin livir eitt aktivt lív og upplivir øktan tryggleika, førleika, yvirskot og orku til gerandisdagin.
Vit søkja eftir
einum fysioterapeuti í starvsbrøki 1.0 svarandi til 40 tímar um vikuna frá 1. apríl 2019 ella eftir nærri avtalu.
Uppgávur:
- veita venjing á røktarheimi/eldrasambýlum og til heimabúgvandi borgarar
- at kanna, greina og meta um virkisførleikar hjá eldri
- heilsufremjandi og sjúkufyribyrgandi venjingar fyri eldri +65
- at undirvísa og ráðgeva um heilsu og trivna
- at kanna, venja og vegleiða húsfólk, sum búgva á stovni
Útbúgving og førleikakrøv:
- hevur prógv og autorisatión sum fysioterapeutur
- dugir væl at samskifta
- vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi
- dugir at vegleiða og undirvísa
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt og leggja venjingarætlanir til rættis
- hevur góð samstarvsevni
- KT-førleika á brúkarastøði
Vit kunnu bjóða:
- Eitt sjálvstøðugt, dynamiskt og fjølbroytt starv
- Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi við góðum umstøðum
- Eitt starv við nógvum avbjóðingum, har tú kemur at seta dám á tilboðini hjá BHS
Løn og setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag.
Umsókn
Umsókn við prógvum, viðmælum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til:
Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy
att.: Anna Djurhuus, leiðari
Eiðisvegur 28
FO-900 Vágur
ella:bhs@bhs.fo, og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 1. apríl 2019 kl.12.00
Facebook viðmerkingar