Økisterapeutur til Bú- og Heimatænastuna i Suðuroy

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir einum økisterapeuti til farloyvisstarv

Talan er um avbjóðandi og gevandi starv í einum tvørfakligum toymi við serkunnleika innan ergoterapi. Endamálið er at tryggja at borgarin livir eitt aktivt lív og upplivir øktan tryggleika, førleika, yvirskot og orku til gerandisdagin.

Vit søkja eftir
einum ergoterapeuti frá 1.mai 2019  til 30.apríl 2020 í starvsbrøki 1.0 ella eftir nærri avtalu.


Uppgávur:

  • Veita tænastur til borgarar við tørvi á uppvenjing á røktarheimi/eldrasambýlum og til heimabúgvandi borgarar
  • Visitera hjálpitól til borgarar
  • at kanna, greina og meta um virkisføri hjá eldri
  • heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar fyri eldri 65+ ár

Útbúgving og førleikakrøv:

  • hevur prógv og autorisatión sum ergoterapeautur
  • dugir væl at samskifta
  • vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi
  • dugir at vegleiða og undirvísa
  • at arbeiða sjálvstøðugt og leggja venjingarætlanir til rættis
  • hevur góð samstarvsevni
  • KT-førleika á brúkarastøði

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt sjálvstøðugt, dynamiskt og fjølbroytt starv
  • Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi við góðum umstøðum
  • Eitt starv við nógvum avbjóðingum, har tú kemur at seta dám á tilboðini hjá BHS

Løn og setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag.

Umsókn
Umsókn við prógvum, viðmælum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til:

Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy
att.: Anna Djurhuus, leiðari
Eiðisvegur 28
FO-900 Vágur
ella:bhs@bhs.fo, og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 18.apríl 2019

Facebook viðmerkingar