Við tveimum málum frá Stefan Radosavljevic tryggjaði TB sær 1 stig í Fuglafirði sunnudagin.
Tað var annars TB, sum legði seg á odda 1-0. Men ÍF svaraði aftur, og við tveimum málum frá Jan Ó. Ellingsgaard, legði ÍF seg á odda 2-1.
Í yvirtíðini fekk TB brotsspark, sum Stefan Radosavljevic skoraði, soleiðis at støðan gjørdist 2-2 – og endaði dysturin eisini við javnleiki.
Støðan í Betrideildini er nú hendan (kelda: Faroesoccer.com)
Facebook viðmerkingar