Fríggjadagin 5. apríl og leygardagin 6. apríl hevur Tjóðveldi floksting í kommunuskúlanum í Hovi. Leygarkvøldið er Tjóðveldisveitsla í Skúladeplinum í Hovi.
Tekning til veitsluna fer fram hjá Finnbjørn Hovsgarð, telefon 259554 ella Bárður G. Nielsen, telefon 282708 ella umvegis teldupost: bardurnielsen@gmail.com. Kostnaðurin er 250 krónur – kann gjaldast á konto 6460 – 495.434.5
Skráin fyri flokstingið hjá Tjóðveldi er hendan
Fríggjadagur 5. apríl
21.00 Gunnhild Dahl Niclasen, aðalstjórnarforkvinna setur flokstingið
21.15 Mentanarlig framførsla: Eyðun Nolsøe spælir og Niels Petur Nolsøe ( NePtuN) lesur yrkingar.
21.45 Tingið skipar seg við tingformanni, tingskrivara og yvirlýsingartoymi
22.00 Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til góðkenningar
22.30 Umrøða av innkomnum uppskotum og atkvøðugreiðsla
23.45 Val av starvsnevnd, grannskoðarum og tiltakslimum
Leygardagin 6. apríl
08.30 Morgunmatur
09.30 Formansfrágreiðing, Høgni Hoydal floksformaður
10.15 Politiskt orðaskifti um formansfrágreiðing og politisku mál floksins
12.00 Matarsteðgur
13.15 Gestarøðari: Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfarðaskipum Landsins: Hvussu tryggja vit ein støðugan og skynsaman rakstur á Suðuroyarleiðini?
13.45 Innlegg: ting- og landsstýrisfólk floksins
14.30 Gestarøðari: Guðmundur Joensen, leiðari Ítróttarháskúlin í Suðuroy
15.00 Steðgur
15.30 Frágreiðing frá Unga Tjóðveldinum
16:00 Politiskt orðaskifti framhald
17.30 Yvirlýsing
19.30 Tjóðveldisveitsla
Facebook viðmerkingar