Bruttoúrslitið vaks nógv – úr 5,2 mió kr upp í 8,6 mió kr., skrivar VP.fo.
Hetta megnaði virkið, uttan at økja skuldina men tvørturímóti at minka hana – úr 1,4 mió kr niður í minni enn 900 tkr.
Starvsfólkaútreiðslurnar vuksu nakað – úr 4,2 mió kr til 5,7 mió kr.
Og alt hetta ger, at ársins úrslit áðrenn skatt vaks við nærum tveimum milliónum krónum – til stívliga 2,6 mió kr. Og úrslitið eftir skatt øktist úr 600 tkr til 2,1 mió kr.
Smápartafelagið Rock Trawldoors í Vági er at framleiða trollemmar og annan reiðskap til fiskivinnuna.
Úrslitið í fjør er nógv tað besta í yvirlitinum hjá Vinnuvitan.biz, sum í hesum førinum røkkur 12 ár aftur í tíðina.
Facebook viðmerkingar