Várkapping 2019 í sjavs tórskvøldið

Várkappingin 2019 í sjavs verður nú tórskvøldið 18. apríl kl.18.30. Spælt verður í hølunum hjá Fjarlestrardeplinum í Vági (uttanfyri Frelsurnarherurin á ovaru síðu).

Billettir til sjavstúrin og annað gott verður at spæla um. Góðir vinningar verða eisini á lutaseðli.

Luttøkugjaldið er 100 kr.

Øll eru hjartaliga vælkomin. Møtið fjølment.

Facebook viðmerkingar