Bjartur Nolsøe heldur flaggrøðuna í Vági

Flaggdagin 25. apríl kl. 14.00 verður flaggdagshald í Vági. Skótar og úlvar frá Skótaliðnum Royndin ganga skrúðgongu oman til Minnisvarðan.

Bjartur Nolsøe heldur flaggrøðuna og sangarar frá Ljómi luttaka við felagssangi.

Skótar og úlvar møta kl 13.30 í Skótahúsinum. Skrúðgongan fer úr Skótahúsinum umleið kl. 13.45.

Sum nakað serligt í ár, nú tað er 100 ár síðan Merkið varð teknað, hava Skótaliðið Royndin og Miðlatún skipað fyri eini teknikapping, har børn og ung á ymskum aldrum hava latið tekningar/málningar inn av Merkinum.

Aftaná flaggdagshaldið (umleið kl. 14.30) bjóðar Skótaliðið ein drekkamunn í Miðlatúni og vinnararnir av teknikappingini verða avdúkaðir. Somuleiðis verður ein listaframsýning í Miðlatúni av hesum verkum.

Høvið er eisini at síggja tvey sera gomul fløgg við búmerkjum hjá Royndini og Vónini. Tað eina er yvir 50 ár, sum Skótaliðið Royndin hevur brúkt til allar skrúðgongur og jóansøkur fram til 2018. Hitt flaggið er frá KFUK-skótunum í Vági, Skótaliðið Vónin. Hetta flaggið er eisini umleið 50 ár, men hevur ikki verið brúkt í nógv ár.    

Facebook viðmerkingar