Sum liður í Mentanarvikuni í Vági er eisini eitt nýtt annarleiðis rørslutiltak á skránni Rørslufagnaður, sum verður skipað í samstarvi millum Vágs kommunu, Vágs Skúla, Ítróttaháskúlan í Vági og Fólkaheilsuráðið.
Rørslufagnaðurin byrjar sum ein rørslugonga ígjøgnum býin, har byrjað verður við Vágs Skúla kl. 11 og øll skúlabørn leggja so leiðina yvir í Marghøllina – gangandi, dansandi, syngjandi, rennandi – ja í einum rørslufagnaði.
Rørslufagnaðurin er fyri øll, so øll á leiðini, bæði fyritøkur, feløg, einstaklingar, gomul sum ung, foreldur við børnum kunnu fara upp í rørslugonguna og koma yvir í Marghøllina.
Í Marghøllini verða rørsluspæl, sum Ítróttaháskúlin skipar fyri. Tónleikur er eisini í Marghøllini. Og bjóðað verður ókeypis frukt og vatn.
Tiltakið byrjar kl. 11 við Vágs Skúla, tá farið verður yvir í Marghøllina eftir høvuðsvegnum í Vági. Og tiltakið endar kl. 13.
Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka í Rørslufagnaðinum í Vági.
Facebook viðmerkingar