Leygardagin 4. mai fer Sjúrður Skaale at hava tveir undirhaldandi, lættar og hugvekjandi fyrilestrar í Tvøroyrar Klubba.
Tann fyrri verður um hvat politikkur er fyri nakað, hvussu hann ávirkar okkara gerandisdag, og hvussu tann einstaki kann fáa politiska ávirkan.
Tann seinni verður um hvussu føroyska samfelagið hevði sæð út, um tað varð stýrt sambært veruligari, liberalari ideologi.
Sosialdemokratisku virðini eru so seyrað inn í føroyskan politikk, at vit ikki hava nakað boð uppá eina veruliga, høgravenda kós.
Hetta skapar vantandi javnvág í politiska orðaskiftinum.
Tí fara vit at hyggja at, hvussu Føroyar høvdu sæð út, um tær vórðu skipaðar sambært veruligum, liberalum virðum. Um ein maður sum Trump varð løgmaður, og “Tey Liberalu” var størsti flokkur.
Hugsjónarliga ástøðið er, at Føroyar eru eitt drepandi, sosialistiskt samfelag, har ábyrgdin verður tikin frá tí einstaka. Tað skulu vit gera upp við!
Fakfeløg, sosialar skipanir og alt annað sosialistiskt svans skal avtakast.
Allur almennur formyndaraskapur skal avtakast.
Skatturin skal niður á 15%.
Vit skulu tora at trúgva uppá tann einstaka. Tað gera vit ikki í dag. Í staðin verður tann einstaki lagdur í leinkjur av systeminum.
Tað skal vera slutt! Samfelagið fer at blóma, tá vit seta frælsi hins einstaka sum fremsta mál!
Tiltakið verður í Tvøroyrar Klubba leygardagin 4. mai kl. 13:00 til 16:00, og tað er ókeypis.
Treytin fyri at tað verður hildið er, at nóg nógv boðað frá luttøku.
Facebook viðmerkingar