Vágs Sóknar Bygdasavn hevur seinastu árini skipað fyri útiframsýning í Vági undir heitinum Søguslóðir, har tað ber til at ganga runt í kommununi og síggja hvussu bygdin sá út fyri 80-120 árum síðani.
Í ár er framsýningin víðkað, soleiðis at tað nú eisini eru myndir vesturi á Eiðinum og framvið vegnum niðan á Eggjarnar. Tilsaman er talan um 14 myndir, sum standa runt um í kommununi.
Í Miðlatúni í Vági er kort á føroyskum og enskum, sum fólk kunnu fáa, og so er at fara á Søguslóðir í Vági.
Facebook viðmerkingar