Í trupla útidystinum ímóti B36 í Gundadali sunnudagin tapti TB 0-1. Einsamalla málið kom í fyrra hálvleiki, tá 17 minuttir vóru farnir, og var tað Benjamin Heinesen sum skoraði fyri B36.
Komandi sunnudagin hevur TB ein týðandi dyst á skránni, tá teir skulu á Argir at spæla ímóti botnliðnum AB. Eftir 9 umfør í Betrideildini er líkt til, at kappingin fer at “brotna í tvey”, soleiðis at 6 lið fara at kappast um toppplaseringarnar, meðan 4 lið fara at kappast í niðara parti av stigatalvuni; og har mugu øll stig í innanhýsis dystum vinnast.
9. umfar er ikki liðugt spælt enn, men áðrenn dystirnar í dag, er støðan í Betrideildini hendan
Facebook viðmerkingar