Komandi mánaðirnar fer CommIT at hava evniskvøld í Suðuroynni. Endamálið er at hjálpa teimum, sum hava hug at starvast í ferðavinnuni, teimum sum eru áhugað í at stovna egna fyritøku í ferðavinnuni, teimum sum eru í vinnuni men hava brúk fyri íblástur at vaksa um sína fyritøku, teimum sum tørva íblástur til at seta rættan prís á sínar vørur og tænastur og teimum, sum hava hugsa tankan um egna fyritøku men enn ikki eru komin víðari.
Evniskvøldini eru ein innleiðing í ferðavinnuna og gevur áhoyrarunum eina góða fatan av ymisku tættunum at íverkseta, og amboð at virka við egnari fyritøku og saman við øðrum.
Evniskvøldini eru ókeypis, og verða ymsa staðni í Suðuroynni. Lýst verður nærri á fyri hvørt kvøld sær.
Fyrsta evniskvøldið verður 29 mai kl 19 í Fjarlestradeplinum í Vági
Innihald í skeiðnum
Evni | Undirvísari | Tímar | Dagur |
Stuðulsskipanir – hvør kann, og hvussu søkir ein um stuðul frá ymsu stuðulsgrunnunum ella fígging frá bankum | Suðuroyar Sparikassi, Vinnuframi og VFI | 2 tímar | 29.05.2019 |
Hvussu setur tú eitt virki á stovn – hvørjir møguleikar eru, og hvat slag av virki skalt tú velja til títt virksemi. | TAKS Skráseting Føroya | 2 tímar | 16. 06.2019 |
Vakstrarhjólið – hvørjir førleikar hava týdning, og hvussu veist tú, hvat tær manglar av førleikum fyri at byrja væl og fáa góðan rakstur í tína fyritøku | CommIT | 2 tímar | 21.08.2019 |
Prísing og tænasta – hvussu setir tú rætta prísin fyri teg og fyri kundan | CommIT | 2 tímar | 18.09.2019 |
Facebook viðmerkingar