Hetta vikuskifti vóru aftur ungar Hvistur til kapping á Tórsbreyt í Havn. Og Hvistan hevur veruliga lati við seg koma, nú tær á fyrsta sinni, luttaka til hesar kappingar. Eisini megnaðu ungu Hvisturnar, at náa eitt fyrsta pláss á hesi kappingini. Enn vikuskifti á rað, vóru Hvistur til kapping á Breyt, ið var á Tórsbreyt leygardagin.
Hvistan er veruliga nýggj, tá ið tað snýr seg um at luttaka til kappingar á breyt, men eftir at “prøva seg fram” á seinastu kapping, so byrjar ungu Hvisturnar veruliga at býta frá sær, og læra framferðarháttir og hvussu kappingarnar eru skipaðar og ganga fyri seg.
Sum vit skrivaðu um seinasta vikuskifti, so stóðu okkara ungu seg sera væl, og aftur til hesa kappingina gekk sera væl.
Serliga væl gekk hjá Leonu K. Djurhuus til bóltkasti, tí tá ið flestu kastaðu um 3-4 metrar, so nærkaðist Leona teimum 8 metrunum, so hon fekk greitt fyrsta pláss.
Teir báðir Rói Johannessen og Ingi Eyðtórsson, náddu ávíkavist 2. og 3. plássi í teirra renning, á 200 og 800 metrum.
Elsebeth Magnussen ið seinasta vikuskifti saman við Angelu Birgisdóttir kappaðust um 2. og 3. plássi, kláraði seg aftur hetta vikuskifti væl, og kom á mál sum nummar 2, men bert 0,01 hundraða part eftir hana á fyrsta plássinum.
Hvistan er sera errin um hesi ungu, sum veruliga hava gjørt vart við seg til hesar báðar kappingarnar.
Vónandi vera tað fleiri ungar Hvistur, ið luttaka til seinastu av hesum kappingunum áðrenn summarsteðgin, tá ið kappast verður aftur hin 15. juni.
Fleiri myndir eru á www.hvistan.fo
Øll úrslitini frá kappingini 25. mai eru at finna her: Úrslit frá kappingini á breyt 25. mai
Facebook viðmerkingar