Í samband við mentanarnáttina, ger Føroya Tele nógv burturúr
Beinleiðis til París, býarskáa í Edinburgh ella sól um veturin? Vit føroyingar elska at ferðast.
Á Mentanarnáttini á Tvøroyri fríggjadagin 31. mai sleppir tú kanska á flog, tí tá fer Sona at skipa fyri eini talgildari handilsveiðu á Sona appini. Vinningurin er eitt gávubræv upp á 3.000 krónur frá Atlantic Airways.
Tú luttekur í kappingini við at støkka inn á gólvið hjá Esla, Suðuroyar Apotek, Bærendsen Teknik, Sport24, Magn, Glasstovan, Colorama, Toystovan, Hjá Angelie, Hjá Karl Jespersen, Anita Farstad, Betri, Føroya Tele og Mangt og Hvat á Tvøroyri og skanna sonevndar QR-kodur, sum eru settar upp í einstøku handlunum. Tá ið tú hevur skannað allar QR-kodurnar, ert tú við í kappingini og kanst stillisliga byrja at droyma um flogtúrin. Hepni vinnarin verður funnin og kunngjørdur mánadagin 3. juni.
Tað einasta tú skalt gera, er at taka Sona appina á tína snildfon. Átakið kemur fram á tína snildfon fríggjadagin, 31. mai.
Facebook viðmerkingar