ÍSF og Televarpið fara í næstum undir samstarv at senda føroyskan ítrótt beinleiðis á Rás1,talgildu netrásunum á Televarpsappini og netvarpinum á tv.fo.
-Fyri feløgini, sersambondini og ÍSF er hetta ein gyltur møguleiki at varpa ljós á føroyskar ítróttagreinar og harvið senda beinleiðis sjónvarp út til ein enn størri hyggjaraskarða, sigur Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF.
Hann staðfestir, at hetta fer at gera tað lættari hjáhyggjarum at fáa eitt greiðari yvirlit yvir, nær ítróttagreinar verða sendar beinleiðis, tí fleiri feløg og sersambond framleiða longu beinleiðis sjónvarp frá teirra kappingum í dag.
Áhugin fyri føroyskum ítrótti er stórur, og tað er tí av stórum týdningi, at limafeløgini undir sersambondunum hjá ÍSF hava møguleikaat senda beinleiðis frá útvaldum ítróttatiltøkum kring landið, og hesum ynskir Televarpið at ganga á odda fyri.
-Vit eru sera fegin um samstarvsavtaluna við ÍSFog gleða okkum at fara í gongd at vísa ítróttakappingar beinleiðis á Rás1 og tvørturum hinar hyggjarapallarnar hjá okkum, sigur Edvardí Skorini Joensen, stjóri í Televarpinum.
Í næstum verður farið undir arbeiðið at samskipa ítróttatiltøkini, sum skulu sendast beinleiðis. Bæði aðalskrivarin í ÍSF og stjórin í Televarpinum leggja dent á, at tænastan er í umbúna og fer at mennast við tíðini.
Samstarvsavtalan millum partarnar er galdandi fyri 2019 og 2020.
Facebook viðmerkingar