Hesi størv eru leys at søkja í Vágs Skúla

1 lærari í føstum starvi og 4 lærarar í tíðaravmarkaðum starvi

Hesi størvini eru fyri komandi skúlaár 2019/2020 vegna barnsburðafarloyvi, lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar.

Eitt av hesum tíðaravmarkaðu størvum fær endaliga ásett tímatal 1. okt. 2019.

Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær at undirvísa í føroyskum, donskum og enskum í hádeild. serundirvísing, alisfrøði og náttúra & tøkni.

Harafturat tørvar skúlanum lærarar, ið kunnu undirvísa dreingjum í ítrótti/svimjing.

Søkt verður eftir lærarum, sum
– duga væl at samstarva og samskifta
– vilja menna seg sjálvan og skúlan
– sýnanæmingum og undirvísing sín eldhuga
– vilja fevna ymiskleikanum og styrkja felagsskapin

Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika.

Lønar-og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Lærarastørvini eru lønt í lønarflokki 18.1 –29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:
Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi onsdagin 20. juni 2019 kl. 15:00

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja ella senda teldupost til John Henrik Holm, skúlastjóra, á tlf 239330; teldupostur: john.henrik.holm@skulin.fo
Anitu Nysted, varaskúlastjóra átlf. 723090 ; telduspostur: anita.nysted@skulin.fo

Facebook viðmerkingar