4 størv sum námsfrøðiligir stuðlar
í Tvøroyrar skúla.
3 av størvunum eru 25 tímar um vikuna, meðan tímatalið til 4. starvið verður ásett 1.september.
Í serflokkinum eru 6 næmingar.
Tann, ið settur verður, skal:
duga at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum.
verða fús/ur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum.
vera stundislig/ur og nærløgd/nærlagdur.
Lønar- og setanartreytir
Stuðulsstørvini verða lønt sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag.
Tvøroyrar skúli er skipaður sum tveir skúlar, Trongisvágs skúli og Tvøroyrar skúli, har innskúlingin fer fram í Trongisvágs skúla, og mið- og framhaldsdeildin er í Tvøroyrar skúla. Tey bæði seinastu árini hevur býráðið og skúlastýrið í samstarvi við skúlaleiðsluna gjørt munandi ábøtur og dagføringar á skúlan, og tað arbeiðið heldur fram, inntil skúlin lýkur øll krøv til nútímans undirvísing.
Umframt neyðug flokshøli og serstovur er skúlin tøkniliga væl útgjørdur. Samvirknar talvur eru í øllum skúlastovum og í fleiri serhølum, skúlin er hampiliga væl útgjørdur við teldum til næmingarnar, og internetsamband er í øllum skúlanum. Av bókum til flokkarnar hava vit alt tað nýggjasta, ið er útkomið á føroyskum, umframt tað, ið tørvur er á av útlendskum tilfari. Trongisvágs skúli hýsir eisini frítíðarskúlanum, útibarnagarðinum og dagrøktini og er granni við barnagarðin Mýrifípuna. Hesir stovnar og skúlin hava eitt ávíst samstarv.
Umsókn
Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21.juni 2019 og skulu sendast til tvo@skulin.fo
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til:
Finn Thomsen, skúlastjóri, tlf. 371582 ella Jón Johannesen, varaskúlastjóra, tlf. 222320
Facebook viðmerkingar