Lærari til Tvøroyrar Skúla

Søkt verður eftir lærara vegna barnsburðarfarloyvi í tíðarskeiðinum 19. august 2019 til 20. januar 2020. 

Søkt verður eftir lærara sum

– undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans.

– duga at samstarva og eru fyrikomandi

– eru fús/ir at taka á seg allar tær fjølbroyttu og fjøltáttaðu uppgávurnar, sum eru í skúlanum

Førleikakrøv: Læraraútbúgving. Umsøkjari, sum kann undirvísa í føroyskum í hádeild og í enskum í miðdeild, hevur fyrimun.

Tvøroyrar skúli er skipaður sum ein skúli við einari deild í Trongisvági, har innskúlingin fer fram, og mið- og framhaldsdeild í deildini í Tvøroyrar skúla. Tey bæði seinastu árini hevur býráðið og skúlastýrið í samstarvi við skúlaleiðsluna gjørt munandi ábøtur og dagføringar á skúlan, og tað arbeiðið heldur fram, inntil skúlin lýkur øll krøv til nútímans undirvísing.

Umframt neyðug flokshøli og serstovur er skúlin tøkniliga væl útgjørdur. Samvirknar talvur eru í øllum skúlastovum og í fleiri serhølum, skúlin er hampiliga væl útgjørdur við teldum til næmingarnar, og internetsamband er í øllum skúlanum. Av bókum til flokkarnar hava vit alt tað nýggjasta, ið er útkomið á føroyskum, umframt tað, ið tørvur er á av útlendskum tilfari. Trongisvágs skúli hýsir eisini frítíðarskúlanum, útibarnagarðinum og dagrøktini og er granni við barnagarðin Mýrifípuna. Hesir stovnar og skúlin hava eitt ávíst samstarv.

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir við prógvi og CV skal verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21.juni 2019 kl. 12.00.

Umsóknin skal sendast sum teldupostur til:

tvo@skulin.fo

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Finn Thomsen, skúlastjóra á tlf 214955 ella varaskúlastjóran, Jón Johannesen á tlf. 222320 í skrivstovutíð skúlans. (Sí heimasíðu skúlans á tvoroyrarskuli.fo)

Facebook viðmerkingar