So er nýggi scannarin og nýggja røntgan komin upp á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsumálum fegnast og sigur hetta verða ein stórur bata fyri sjúklingarnar, og gevur eisini sjúkrahúsinum møguleika at veita enn fleiri tænastur.
Tað er hugaligt, at virksemi er í stórum vøkstri og at tænastur leggjast til. Sjúkrahúsið er í støðugari menning. Borgarunum at frama, sigur Sirið Stenberg.
Skannarin er sum skilst “royndarkoyrdur”, men bíðað verður eftir einum loyvi frá heilsustýrinum fyri endaliga at kunna brúka hann. Eisini er ein samstarvsavtala við radiografar á Landsjúkrahúsinum ávegis, og tá hetta er komið upp á pláss, kann skannarin brúkast. Roknað verður við, at hetta er alt komið upp á pláss heilt skjótt. Í einari akuttstøðu kann skannarin longu brúkast.
Facebook viðmerkingar