Nú umhvørvisvika er á Tvøroyri, verður skipað fyri spennandi tiltaki á Seglloftinum kl. 19:00.
Sjúrður Hammer, Phd. Á Havstovuni, kemur suður at hava áhugaverdan fyrilestur um plastdálking. Sjúrður hevur í mong ár havt ein brennandi áhuga fyri Havfrøði og hevur millum annað kannað hvussu dálking ávirkar havfugl. Í seinastuni hevur hann eisini verið frammi og mælt til at banna vatn í plastfløskum. Plastdálking hevur ongantíð verið eitt meira viðkomandi evni enn júst nú og er tað hetta, ið Sjúrður fer at leggja størstan dent á at tosa um.
Kári Mortensen, deildarleiðari á “Orka” hjá Umhvørvisstovuni, kemur at greiða frá um varandi orku, við serligum atliti til Suðuroynna.
6. flokkur á Tvøroyri hevur í longri tíð arbeitt við einum átaki, fyri at minka um plastdálkingina í kommununi. Arbeiðið er nú um at vera liðugt og í annaðkvøld fara næmingarnir at avdúka úrslitið og greiða frá hvat tað snýr seg um.
Tónleikur er eisini á skránni. Tað eru navnframu Jens Marni Hansen og Kim Hansen, ið koma at framføra fyri okkum. Jens Marni og Kim plaga at borga fyri góðsku og gleða vit okkum til at uppliva teir live á Seglloftinum.
Ein kaffimunnur og okkurt gott afturvið, verður eisini at fáa.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
Facebook viðmerkingar