Seinnapartin kom Eystnes hjá Smyril Line á Hvalba og er boriútgerðin, sum skal brúkast til Hvalbiartunnilin nú komin til Hvalbiar.
Tað er felagið Articon, sum skal gera nýggja Hvalbiartunnilin og verður farið undir at bora seinni í summar.
Fakta um nýggjan Hvalbiartunnil
Tunnilslongdin verður 2,5 kilometrar, tilkoyringarvegurin trongisvágsmegin 0,9 kilometrar, og hvalbiarmegin 2,3 kilometrar. Samlaði kostnaðurin er sambært verklagslógini 272 milliónir krónur. Umframt arbeiðstakaraútreiðslur fevnir samlaða játtanin eisini um prosjektering, prosjektleiðslu, ráðgeving, eftirlit, el-arbeiðstøku og annað.
Nýggi Hvalbiartunnilin kemur ístadin fyri gamla Hvalbiartunnilin, sum var tikin í nýtslu í 1963, er elsti tunnil í Føroyum.
Myndirnar tók Niels Jacob Eysturberg
Facebook viðmerkingar