Ferðslan á jóansøku

Nú jóansøkan er í hondum, verða ymiskar tillagingar gjørdar í ferðsluni. Hetta merkir at færri parkeringsøki verða í miðbýnum eitt avmarkað tíðarskeið, eins og vegir verða stongdir.

Parkeringsøkir:

P-økið millum Strandfaraskip Landsins og Betri Banka, verður stongt í tíðarskeiðinum tórsdagin 20. Juni 2019 kl. 10:00 til mánamorgun 24. Juni 2019 kl. 10:00.

P-økið vestanfyri Bank Nordik er stongt í tíðarskeiðinum fríggjadagin 21. Juni 2019 kl. 12:00 og til mánadagin 24. Juni 2019 kl. 08:00.

P-økið undir Bank Nordik og Posta, er stongt í tíðarskeiðinum fríggjadagin 21. Juni 2019 kl. 16:00 og til mánadagin 24. Juni 2019 kl. 08:00.

Parkeringsviðurskiftini verða sjálvandi órógvaði á jóansøku og er tað harmiligt, men hesum slepst ikki undan. Víst verður m.a. til parkeringsøkini undir Suðuroyar Sjúkrahúsi, við Tvøroyrar Skúla, við Tvøroyrar Kirkju og við Faroe Ship – tó, so verður økið við Faroe Ship brúkt fríggjadagin 21/6 frá kl. 17:00 – 19:00.

Vegastongslar:

Fríggjadagin 21/6-19 er stongt frá sjógøtu 15(Betri Banki) og út til Tvøráveg 27(Roykstovan) frá kl. 17:30 – 24:00. Stongt er eisini fyri omankoyring í Sjúkrahúsbrekkuni 6 (við spæliplássið). Meðan skrúðgonga er millum 18:30-20:00 verður ferðslan eyka órógvað og verða bilførarar bidnir um at vísa størsta varsemi, um koyrt verður á økinum har gingið verður.

Leygardag 22/6-19 er stongt frá sjógøtu 15(Betri Banki) og út til Tvøráveg 27(Roykstovan) frá kl. 12:00 – 24:00. Stongt er eisini fyri omankoyring í Sjúkrahúsbrekkuni 6 (við spæliplássið).

Sunnudagin 23/6-19 er stongt frá sjógøtu 15(Betri Banki) og út til Tvøráveg 27(Roykstovan)) frá kl. 14:00 – 24:00. Stongt er eisini fyri omankoyring í Sjúkrahúsbrekkuni 6 (við spæliplássið

Facebook viðmerkingar