Leygardagin vann TB ein týðandi heimasigur á jóansøku ímóti KÍ. Dysturin endaði við 1-0 sigri til TB, málið gjørdi Teitur Olsen.
Úrslitið førir við sær, at TB nú hevur 15 stig og hevur TB veruliga lagt fjarstøðu til botnliðini, har ÍF og AB liggja nr. 9 og nr. 10 við 4 stigum hvør. Við øðrum orðum bendir nógv á, at TB longu nú, hóast kappingin er hálvrunnin, hevur tryggjað sær framhald í Betri-deildini eisini í 2020.
Seinasta umfar áðrenn summarsteðgin verður komandi vikuskifti, og TB skal leygardagin 29. juni spæla ímóti Víkingi á útivølli.
Facebook viðmerkingar