Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Vágs býráð á fundi 17. juni 2019 hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri Vágs kommunu galdandi fyri neystaøkini E í Vágs kommunu.
Teksturin í byggisamtyktini fyri Vágs kommunu fyri neystaøkini er broytt soleiðis:
Verandi áseting:
• Ásetingar fyri Neystaøkini E
o Økið verður lagt av til neystabygging.
o Neyst mugu ikki byggjast í meira enn 2 hæddum og ikki verða hægri enn 5 m til yvirgrind og 8,5 m til mønu, máta frá miðal jørðildi ( í miðal við húsahornini).
Til ístaðin at verða orðað soleiðis:
• Ásetingar fyri Neystaøkini E
o Økið verður lagt av til neyst og bátapláss og virksemi, ið hevur samband við tey bilstøðlar o.t.
o Um eitt neyst verður tikið niður, verður bert loyvt at byggja uppaftur í uppruna snið.
o Neystini skulu standa ”lið við lið” við skjøldri móti sjónum.
o Byggjast kann í granna mark við, við galdandi býar- og byggisamtyktum.
o Skjøldrar skulu vera millum 3 og 5 m breiðir.
o Neyðugar gøtur kunnu tó vera ímillum neystini.
o Neystini skulu hava mønu og takhall millum 35 og 50 stig, tó vegleiðandi ”triðingsreyst” (u.l. 42 stig).
o Neyst mugu ikki verða bygd í meira enn 2 hæddum (íroknað loftshædd) og ikki verða hægri enn 5,5 m til mønuna mátað frá kotu 2,00.
o Býráðið kann tó víkja frá hesum ásetingum, um serlig byggiætlan verður gjørd fyri samanhangandi part av serstøkum neystaøkið.
o Byggistig fyri neystaøkið sum heild má ikki fara upp um 1,0.
o Byggivaldið kann, við møguligum sertreytum, loyva, at bygt verður rúm til uppihald í sambandi við neyst. Um køks-, vesi- og /ella baði-viðurskiftir verða í tí bygda, skal frárensl leiðast burtur sambært galdandi lógarásettum treytum, og ber eigarin av neystinum allar útreiðslur av hesum. Um kommunal spillvatnsleiðing er í økinum, stendur eigarin av neystinum fyri, og rindar allar útreiðslur fyri at leiða spillvatnið frá neystinum í kommunalu
spillvatnsleiðingina.
o Um neyðugt verður at uppseta/íbinda pumpuskipan fyri at leiða spillvatni í kommunalu spillvatnleiðingina, ber neystaeigarin allan kostnaðin av
útbúnaðinum og rakstrinum av hesum.
o Bygt kann einans vera samb. lógar- og mynduleikakrøv annars.
o Loyvt er ikki at hava bústað í neystøkinum.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 9. august 2019.
Vágs kommuna
Facebook viðmerkingar