Eitt sera spennandi starv sum leiðari fyri nýstovnaða Musikkskúlan í Vági er leyst at søkja.
Musikkskúlin í Vági hevur sum endamál at ríka um tónleikavirksemi og sang í nærumhvørvinum, og at bjóða undirvísing á høgum stigi. Musikkskúlin er ein týðandi liður í at menna tónleikaevnini hjá einstaklingum og hjá bólkum, og geva hvørjum næmingi sær møguleika at uppliva og meta um tónleik.
Leiðarin fyri Musikkskúlan í Vági hevur tætt samstarv við lærarar, næmingar, heimini, fólkaskúlan, dagstovnaøki, tónleika- og sangbólkar og onnur, sum hava áhugað innan økið. Leiðarin hevur eisini ábyrgd av rekturtering av næmingum og sjónliggerðini av Musikkskúlanum.
Um Musikkskúlan
Musikkskúlin í Vági er partur av føroysku musikkskúlaskipanini og er settur á stovn av og skipaður undir Vágs kommunu.
Musikkskúlin heldur til í nýggjum hølum í Vágs Skúla.
Krøv til umsøkjarar
Leiðain skal hava útbúgving frá musikkkonservatorii ella líknandi.
Og vit vænta at tú m.a.:
- er kveikjandi leiðari
- er førur fyri at ganga á odda, leggja til rættis og skipa fyri
- hevur góð samstarvsevni
Tað kann verða ein fyrimunur at vera lærari í musikkskúlanum
Setanartíðarskeið 1. august 2019 til 31. Juli 2022
Arbeiðstíðin er 5 tímar um vikuna svarandi til 1/4 tíð sambært sáttmálanum hjá Føroya Musikklærarafelag.
Umsóknarfreist
Skrivligar umsóknir skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 12. juli 2019 kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast talgilt / við teldupost til: vagur@vagur.fo
Viðmerk: “Leiðari fyri Musikkskúlan”
Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja at vita meira um starvið, eru vælkomnir at venda sær til Dennis Holm, borgarstjóra á tlf. 239304 ella skriva teldupost til dennis@vagur.fo.
Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.
Vágs kommuna
Facebook viðmerkingar